Uttanlands

Boris Johnson er eingin Winston Churchill

- Boris Johnson líkist yvirhøvur ikki Winston Churchill, sigur abbasonur Churchill, Nicholas Soames, sum er ein teirra, ið varð blakaður úr konservativa flokkinum í vikuni

Nicholas Soames (Mynd: EPA)

Nicholas Soames (Mynd: EPA)

2019-09-07 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson er eingin Winston Churchill. Hann er bert ein maður, sum kemur við lygnum um ES.

Tað sigur 71 ára gamli Nicholas Soames, abbasonur Winston Churchill. Hann er sonur Mary Soames, sum var yngst av fimm børnum hjá Churchill.

Í 2015 skrivaði Boris Johnson eina ævisøgu um Churchill og ár hansara sum forsetisráðharri undir 2. heimsbardaga. Hann hevur eisini nevnt, at Churchill er ein persónlig hetja hjá honum.

Men hetta heldur Nicholas Soames ikki nógv um. Hann hevur sitið í bretska tjóðartinginum síðan 1983, og var hann ein teirra, sum varð blakaður úr konservativa flokkinum, eftir at hava atkvøtt fyri uppskotinum, sum forðar fyri einum brexit uttan avtalu.

Les eisini: Yvirhúsið samtykt lógaruppskot, ið forðar fyri brexit uttan avtalu

- Boris Johnson líkist yvirhøvur ikki Winston Churchill, sigur hann, sambært Politiken.

- Tað vóru lívsroyndirnar hjá Winston Churchill, sum gjørdi hann til Winston Churchill. Boris Johnson hevur royndir við at lúgva um ES í Brússel.

Nicholas Soames sigur eisini, at hann táraði, tá teir 21 konservativu limirnir vórðu blakaðir úr flokkinum týsdagin. Áðrenn tað hevði hann longu boðað frá, at hann ikki ætlar at stilla upp aftur til næsta val.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder