Eftir ein langan dag í løgtinginum pakka tingfólkini hjá teimum trimum flokkunum, sum eru í samgongusamráðingum, saman.
Tað síðsta sum hendi í løgtinginum í kvøld var, at formenninir høvdu ein fund. Eftir øllum at døma var hesin fundurin um fiskivinnuskipanina, sum tykist at vera ein av nøtunum, sum skulu brótast.
Annars kann sigast, at lagið hevur verið gott á tingfólkunum og varðafólkunum hjá Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, sum í hesum døgum eru savnaði í løgtinginum.
Á middegi í morgin skal Bárður á Steig Nielsen á fund við Páll á Reynatúgvu, løgtingsformann, og boðað frá, um ABH samgongan verður til nakað ella ikki.
Formenninir møtast aftur klokkan 9:30, og skulu tá loysa seinastu knútarnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald