placeholder
Innanlands

Tikin fyri at koyra ávirkaður

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari í høvuðsstaðnum tikin fyri at koyra ávirkaður, og í nátt mistu tríggir bilar nummarpláturnar

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-09-10 10:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt fyri klokkan ellivu fyrrapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður í Havn.

Førarin varð steðgaður í vanliga ferðslueftirlitinum hjá løgregluni, og fingu tey illgruna um, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.

Blóðroynd er tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Løgreglan upplýsir eisini, at ein annar førari fekk bót fyri ikki at sita í trygdarbelti. Og í nátt hava tey verið og tikið nummarplátur av bilum, har bileigarin ikki hevði goldið vegskatt, trygging, ella ikki var møttur til sýn. Tríggjar nummarplátur vórðu tiknar.

Annars hevur løgreglan verið og kannað ferðsluna við skúlan í Leirvík í morgun, og har var alt í lagi, sigur vakthavandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder