Innanlands

Samgongan komin undir land

BAH-flokkarnir halda fram við samráðingunum

2019-09-10 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Frágreiðingin, sum eg fekk frá samgonguleiðaranum var so mikið greið, at eg fekk fatanina av, at samgongan er komin undir land. Tí hevur Bárður á Steig Nielsen fingið heimild at halda fram við arbeiði sínum.

Soleiðis segði Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður fram til leygardagin, eftir at formaður Sambandsfloksons hevði verið á gátt á formansskrivstovuni at greiða frá hvussu samgongusamráðingarnar ganga.

- Bárður hevur tí ikki fingið nakra freist. Eg gangi út frá, at um stígur kemur í samráðingarnar nú ein av komandi døgunum, so kemur hann aftur til mín og sigur frá, so eg kann útnevna ein nýggjan samráðingarleiðara, legði Páll á Reynatúgvu afturat.

Páll á Reynatúgvu er – hóast hann fall á løgtingsvalinum 31. august – framvegis løgtingsformaður, og tað er hann hesar fjúrtan dagarnar inn í nýggju tingsetuna, tá tað sambært stýrisskipanarlógini skal kallast inn til løgtingsfundar fyri at velja nýggjan tingformann og geva tinginum eina frágreiðing um útlitini fyri at kunna velja nýggjan løgmann.

Sjálvur við Bárður á Steig Nielsen ikki siga nakað um, hvat tað er, sum skilir partarnar. Hann avvísir at ”samráðast umvegis fjølmiðlarnar”, sum hann tekur til, og vísir eisini aftur øllum spekulasjónum um at einstakir sambands- og miðflokkamenn skulu hava gjørt seg ómøguligar við serligum krøvum til fiskivinnuna.

Bárður vónar, at samgonguskjalið kann leggjast fram ”heilt skjótt – gjarna í dag”, men vil ikki geva nakað lyfti um, nær tað verður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder