Innanlands

Etisk mál á breddan – fáa tey egið landsstýrisfólk?

Eygleiðing: Bendir á, at landsstýrið økist við einum aðalráði, hóast samferðslumálaráðið verður niðurlagt

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-10 14:19 Author image
Ingi Samuelsen & Sverri Egholm
placeholder

Fáa vit eitt landsstýrisfólk við etiskum málum? Tað er ein av átrokandi spurningunum, nú bíðað verður í spenningi eftir, at borgarligu flokkarnir á tingi fara at kalla inn til fundar, har nýggja samgonguskjalið verður framlagt.

Tað kann henda í dag, ella í morgin, mest sannlíkt hósdagin. Fríggjadagin verður tað neyvan, tí tá er 13. í mánaðinum, og tað var ikki gamalt at byrja nakað nýtt ein fríggjadag, og so slett ikki tann 13. í mánaðinum.

Vit tora eisini at gita, at sambandsmaðurin Bárður á Steig Nielsen, fer at gera alt fyri, at tað ikki skal henda leygardagin. Tí tá er 14. september. Hesin dagurin á árinum er eitt slag av halgidegi hjá fullveldisvonginum í føroyskum politikki, og nógv súmbolskt lá í, at samgonguskjali seinast varð undirsrkivað henda dagin, og samgongan var eisini eitt skiftið kallað 14. september-samgongan.

Átta aðalráð á talvuni
Okkurt bendir á, at málaráðini verða blandað eitt sindur av nýggjum. Um útkastið, sum sæst á myndini, er eftirfarandi. Myndin er av glasendavegginum í fundarhølinum í løgtinginum, har samgongusamráðingarnar fara fram.

Einki varð gjørt at forða fjølmiðlunum at síggja tað, ið varð griflað á veggin við tussj. Og ’máls-listin’ uttast til høgru tykist eyðsæð vera listin yvir -málaráð.

Har hava vit eitt almannamálaráð, eitt heilsumálaráð, fíggjarmálaráð og eitt fiskimálaráð.

Vit síggja eisini, at mentamál og útbúgving aftur eru løgd saman.

Super-vinnumálaráð
Har er einki samferðslumálaráð at síggja, men eitt stórt vinnumálaráð við hesum málsøkjum undir sær: Ferðavinna, alivinna, landbúnaður, tænastur, vinnurekandi, marknaðaratgongd og útlisitering.

Hetta sær út til at gerast eitt nýtt super-málaráð, og vit gita, at samferðslan, sum hevur havt eitt ráð fyri seg undir seinastu samgongu, nú kemur inn sum ein deild undir ’Tænastur’

Etiskt málaráð?
Eitt nýtt ráð verður – heilt í tráð við tíðarandan og givin vallyftir – sum tekur sær av orku og umhvørvi burturav.

Og so hava vit tað seinasta – ”Etisk mál”. Spurningurin er, hvat tað umfatar. Okkum er ikki eydnast at fáa svar upp á tað enn.

Um hetta er leisturin, so verður eitt ráð meira enn nú, við tað at eitt verður niðurlagt og vit fáa tvey nýggj ístaðin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder