Innanlands

- Einki við landsstýrisfólk og málsøki at gera

Portalurin kunngjørdi í gjár eina mynd av talvu í fundarhølinum hjá flokkunum sum samráðast. Gitingarnar passa ikki, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 06:50 Author image
Sverri Egholm

- Handan myndin hevði avgjørt og absolutt einki við landsstýrisfólk og málsøki at gera. Hatta eru teir bólkarnir, sum hava sitið og arbeitt, og tað avspeglaði tað. Tað vil siga teir bólkarnir sum vit høvdu býtt út til tingfólk og tað sum formenninir hava havt.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari, tá jn.fo í gjárkvøldið spurdi um myndina av talvu í fundarhøli í løgtinginum, sum Portalurin í gjár kunngjørdi.

Á middegi tá Bárður á Steig Nielsen skuldi á fund við løgtingsformannin stóð ein hurð til fundarhøli víðopin, og fleiri miðlar stóðu tá í gongini og tóku mynd av talvuni, sum var á endavegginum í fundarhølinum. Eisini Portalurin, sum gitti seg til, at listin snúði seg um málsøkir og aðalráð. Hetta er so sambært samráðingarleiðaranum ikki rætt.

[object Object]Umrødda myndin, sum varð tikin úr gongini á aðru hædd í løgtinginum um middagsleitið í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hittast aftur fyrrpartin, og í dag verður millum annað farið í gongd við málsøkjabýtið. Samgonguskjalið verður helst undirskrivað seinni í dag ella í morgin.

placeholder
placeholder