Mentan

Hon er pápi mín – íslendskur leikur um pápan, ið gjørdist ein annar

Verður framførdur í Løkshøll og í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið

2019-09-11 08:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi vikuskiftið verður høvi at síggja ein spennandi leik við íslendska Hannesi Óla Ágústssyni á palli.

Føroyingar kenna Hannes Óla frá leikinum Veitsluni, har hann hevði ein av teimum størru leiklutunum sum ótillagaði sonurin, ið varð sendur til Íslands, tí fínu foreldrini ikki orkaðu at taka sær av honum.

Hesaferð fortelur Hannes Óli sína persónligu søgu um sambandið við pápan, sum hann helt vera ein púra vanligan mann, til pápin ein dag fyri 10 árum síðani heilt óvæntað boðaði frá, at hann var kvinnan Anna Margret, heldur enn maðurin Águst Már, sum allan barndómin og ungdómin hevði verið pápi hansara.

Horvin var maðurin, sum ól hann upp, og nú var Anna Margret komin í staðin. Hon fortaldi konu síni seinastu 30 árini og báðum børnum teirra, at hon var ikki tað menniskja, sum tey høvdu hildið øll hesi árini.

Í leikinum roynir sjónleikarin at skilja pápa sín og at svara teimum spurningum, sum koma til hansara eftir hesar broytingar. Hann leitar í minninum og kannar ymsar mátar, sum kunnu hjálpa honum at finna seg til rættis í hesum nýggja veruleikanum. Eftir slíkum grundleggjandi broytingum í tilveruni, hvør er so rætti mátin at bera seg at mótvegis teimum, tú elskar?

Vit royna alla tíðina at vera tann fullkomna útgávan av okkum sjálvum fyri at ganga samfelagskrøvunum á møti. Orsøkirnar kunnu vera fleiri: skomm, ótti og okkurt slag av umhugsan fyri familjuni ella óttin fyri at særa og eyðmýkja. Men nær hava vit mist sambandið við tey menniskju, sum vit veruliga eru?

Talan er um einmansleik, har áskoðarin verður tikin við á ferð gjøgnum lívið hjá sjónleikaranum, sum av øllum alvi roynir at finna seg til rættis í nýggja veruleikanum.

Hannes Óli framførir leikin á enskum.

”Hon er pápi mín” verður sýndur í Løkshøll leygarkvøldið 14. september og í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 15. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder