Uttanlands

Hægsta punkt í Svøríki er ikki longur hægst

Kebnekaise er framvegis hægst, men sunnari tindurin er tiðnaður niður um norðara

(Mynd: CNN)

(Mynd: CNN)

2019-09-11 14:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hægsta punkt í Svøríki er ikki longur tað, tað hevur verið. Hesi seinastu fimmti árini er sunnari tindurin á fjallinum Kebnekaise lækkaður 24 metrar og er ikki longur hægsta punkt.

Síðan 1880 hevur sunnari tindurin á fjallinum Kebnekaise annars verið hægsta punkt í Svøríki. Kebnekaise er ein partur av fjallaketu norðalaga á skandinavisku hálvoynni. Á hædd við Lofoten, men svensku megin norsk-svenska markið.

Hæddin á Kebnekaise verður mátað javnan, og seinasta máting av sunnara tindinum varð gjørd 3. september í ár, og hon vísti, at tindurin nú hevur eina hædd á 2.095,6 metrar. Harvið er hann lægri enn norðari tindurin, ið er 2.096,8 metrar og nú hægsta punkt í Svøríki.

Sunnari fjallatindurin er fjaldur av einum jøkli, men ísurin er tiðnaður so nógv seinastu árini, at hæddin er farin niður um norðara tindin, ið ikki er fjaldur av ísi, skrivar CNN.

Seinastu 50 árini er sunnari tindurin lækkaður 24 metrar. Sambært Gunhild Ninis Rosqvist, professara í landafrøði á universitetinum í Stockholm, er bræðingin økt nógv hesi seinastu tíggju árini.

Hon gevur veðurlagsbroytingunum skuldina.

- Hitin alt árið og serliga um summarið er øktur. Tað, sum hendir á sunnara Kebnekaise er tað sama, sum hendir fyri allar jøklar í Skandinavia í hesum tíðum. Jøklarnir tiðna, og tað gongur skjótt, sigur hon.

Roknast kann við, at sunnari tindurin gerst hægsta punkt aftur, um veturin verður kaldur við nógvum kava og ísi, men tað er bara fyribils.

- Tað sær ikki gott út fyri jøklarnar, sigur Gunhild Nini Rosqvist.

Tað er ikki bara á skandinavisku hálvoynni, at jøklarnir tiðna. Fyrr í ár vísti ein vísundalig frágreiðing, at triðingurin av stóru ísmongdini ovast á Himalaya-fjallaketuni er tiðna burtur í ár 2100.

Les eisini: Jøklarnir á Himalaya tiðna skjótari enn væntað 

Í Íslandi er søgan hin sama. Ein heimildarfilmur á Netflix hevur víst á, at allir teir gott 400 jøklarnir á oynni eru burtur innan ár 2200 um gongdin heldur fram.

Les eisini: Minnispláta fyri burturbræddan jøkul 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder