Uttanlands

26 hundar deyðir í Noregi

Fráboðanir hava eisini verið um sjúkar hundar í stórum parti av landinum, men enn er ógreitt, hvat orsøkin er til hesa hundasjúkuna

Mynd: Visualhunt.com

Mynd: Visualhunt.com

2019-09-11 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir

Í farnu viku heitti Heilsufrøðiliga Starvsstovan á fólk, sum eiga hundar, sum nýliga hava verið uttanlands, um at ansa serliga væl eftir hundunum.

Orsøkin var, at ein sjúka hevði gjørt um seg millum hundar í Noregi.

Les eisini: Heilsufrøðiliga Starvsstovan: Ansið eftir hundunum hjá tykkum

Seinastu vikurnar hava fráboðanir verið um tilsamans 26 hundar í Noregi, sum eru deyðir av sjúkuni, og norska Mattilsynet hevur eisini fingið fráboðanir um sjúkar hundar í stórum parti av landinum, skrivar Politiken.

Allir hundarnir høvdu spýð og vórðu plágaðir av blóðugum leysum lívi.

Enn er ógreitt, hvat orsøkin er, men norskir myndugleikar, djóralæknar og kanningarstovur samstarva í løtuni um at finna útav tí.

placeholder
placeholder