Innanlands

Bárður á Steig Nielsen: Samansetingin av aðalráðum verður helst broytt

- Har eru ávís viðurskifti, sum kanska ikki eru so heppin samansett, sigur samráðingarleiðarin, sum vónar, at tey koma á mál í dag

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-11 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin viðgera í løtuni býtið av málsøkjum í landsstýrinum, og Bárður á Steig Nielsen, samráðingarleiðari og formaður í Sambandsflokkinum, væntar, at samansetingin av aðalráðum verður broytt.

Tað sigur hann við Útvarpið í dag.

- Vit hava sitið her og hugt eftir, hvussu verandi málsøkjabýtið sær út, og har eru ávís viðurskifti, sum kanska ikki eru so heppin samansett. Har skulu so allarhelst gerast nakrar broytingar.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at tey ikki eru komin stórvegis við sjálvum máløkjabýtinum, og at tað er alt ov tíðliga at siga, hvussu útfallið verður, men tey eru samd um at gera tillagingar.

Hvør flokkur fær hvørji málsøki ber ikki til at siga, men Bárður á Steig Nielsen vónar, at tey koma á mál í dag.

- Tað er mín vón, at vit koma á mál í dag, tí vit skulu helst koma á mál í dag, so eg vóni, at vit klára at fáa málsøkjabýtið avgreitt, so vit kunnu siga hetta er tað, so vit eru klár, tá tingfundurin byrjar leygarmorgunin, sigur hann.

placeholder
placeholder