Innanlands

Ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

Ein bilur koyrdi útav seinnapartin. Sum skilst er eingin fólkaskaði, men bilurin fekk eitt sindur av skaða.

2019-09-11 18:00 Author image
Alda Nielsdóttir

Klokkan fimm seinnapartin í dag fekk løgreglan boð um, at ein bilur var farin útav Kaldbaksvegnum.

Løgreglan var skjót á staðnum, og tað vísti seg ikki at vera serliga álvarsamt. Eingin fólkaskaði var, men bilurin fekk eitt sindur av skaða.

Bert ein persónur var í bilinum, og varð viðkomandi koyrdur á landssjúkrahúsið til kanningar, sum vanligt er at gera í slíkum førum, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Hann leggur afturat, at óhappið ikki órógvaði ferðsluna stórvegis.

Tað er ikki greitt, hvat orsøkin til óhappið er.

placeholder
placeholder