Innanlands

Bíðistøða í løgtinginum

Formenninir sita á aðru hædd og fundast um málsøkir

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jørgen Niclasen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-09-11 22:18 Author image
Sverri Egholm

Málsøkjabýtið er tað, sum formenninir hjá teimum trimum flokkunum, Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum, umrøða í kvøld.

Bárður á Steig Nielsen, Jørgen Niclasen og Jenis av Rana fóru um hálvgun tíggju tíðina upp á aðru hædd at fundast, og enn hevur hvørki svartur ella hvítur roykur verið at sæð.

Enn er eisini óvist hvussu nógv aðalráð verða, og hvør samansetingin verður. Bárður á Steig Nielsen segði við útvarpið á middegi, at onkrar óhepnar samansetingar eru, og tí vera allarhelst gjødar onkrar broytingar.

Tá formenninir eru blivnir samdir um, hvussu nógv aðalráð flokkarnir skulu hava, fer ein innanhýsis telving í flokkunum í gongd.

Tingfólk og varðafólk hjá flokkunum sum samráðast eru eisini í tinginum í kvøld.

placeholder
placeholder