Uttanlands

2500 fólk saknað á Bahamaoyggjunum

Almenna deyðstalið er nú komið upp á 50, men mett verður, at veruliga talið er hægri

Býurin Marsh Harbour, eftir at Dorian hevði verið har (Mynd: EPA)

Býurin Marsh Harbour, eftir at Dorian hevði verið har (Mynd: EPA)

2019-09-12 08:24 Author image
Alda Nielsdóttir

Embætisfólk á Bahamaoyggjunum siga, sambært Reuters, at 2500 fólk eru saknað, eftir at ódnin Dorian herjaði oyggjalandið í tvey samdøgur.

Tá Dorian rakti Bahamaoyggjarnar 1. september, var hon flokkað í kategori 5, sum er tað hægsta, ein ódn kann vera, og var vindstyrkin upp í 83 m/s.

Talið á saknaðum fólki kann umfata fólk, sum eru flýdd til neyðhjálparstøðir ymsa staðni á oyggjunum, tí listin yvir tey, sum eru saknað er enn ikki samanborin við uppgerðirnar hjá myndugleikunum yvir fólk, sum eru í neyðhjálparstøðum ella eru flutt burtur, skrivar Politiken.

Myndugleikarnir hava váttað, at almenna deyðstalið nú er 50, men mett verður, at veruliga talið er hægri.

placeholder
placeholder