Vit skulu rokna við einum baldrutum vikuskiftið. Ársins fyrsti heystarstormur er á veg.
Um talan er um leivdirnar av tropiska storminum Dorian ella Erin, sum kom beint aftaná, vita vit ikki, men vit skulu í hvussu so er rokna við nógvum vindi á okkara leiðum, tá eitt djúpt lágtrýst, sum tekur seg upp við Hvarvið, leygardagin tekur leiðina millum Ísland og Føroyar.
Serliga sunnunáttina verður nógvur vindur á okkara leiðum. DMI ávarar um skrið til storm av vestri og útsynningi 18 til 23 m/s og meira í hvirlunum.
So nú ræður um at fyrireika seg til illveðrið. Klaksvíkar sløkkilið hevur hesa áheitan til borgarnar á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu:
”Nú heystið og veturin nærkast, verður heitt á øll, sum eiga ognir og lutir, um at taka alt leyst tilfar upp ella at tryggja hetta, soleiðis at leyst tilfar ikki verður tikið av vindi og ger skaða á sethús og aðrar ognir í bygdini/býnum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald