Innanlands

Bárður rósti Aksel fyri sjáldsama gott tol

Landsstýrisfólkini fingu setanarbrøv á væl vitjaðari samkomu í Tinganesi seinnapartin

Aksel V. Johannesen handar eftirmanni sínum lyklarnar til løgmansskrivstovuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Aksel V. Johannesen handar eftirmanni sínum lyklarnar til løgmansskrivstovuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-16 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

 

Bárður á Steig Nielsen hevur nú fingið lyklarnar til løgmansskrivstovuna uttast á Tinganesi.

Leygardagin valdi Føroya Løgting hann til løgmann komandi fýra árini, og í dag var skiftishátíðarhald í Tinganesi á eini samkomu har heilt nógv fólk vóru møtt.

Aksel V. Johannessen takkaði fyri seg og handaði lyklarnar til Bárð á Steig Nielsen.

Í røðu síni rósti nýggi løgmaðurin undanmanni sínum, serliga fyri at hava sjáldsama gott tol. Bárður missunnar ikki undangongumann sín, sum de fakto hevur arbeitt í einum minnulutastýri í eitt samfult valskeið, við tað at ein av tinglimunum maldaðu seg úr samgonguni júst sum hon varð skipað.

- Tú hevur klárað íður og brotasjógvar øll hesi árini, og tað hevur tú uppiborið eitt blómutyssi afturfyri, segði Bárður á Steig Nielsen.

Blómur vórðu eisini handað nývaldu landsstýrisfólkunum, sum eisini fingu setanarbræv. Tey vórðu tilnevnd í hesi raðfylgju.

Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, sum verður landsstýrismaður við fíggjarmálum, herundir búskapar-, skatta-, avgjalds- og lønarmálum.

Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, sum verður landsstýrismaður við fiskivinnumálum, herundir tilbúgving.

Kaj Leo Holm Johannessen, Sambandsflokkurin, sum verður landsstýrismaður við heildumálum og norðurlandamálum.

Jenis av Rana, Miðflokkurin, sum verður landsstýrismaður við menta-, undirvísingar- og uttanríkismálum.

Elsebeth Mersedis Gunnleygsdóttir, sum verður landsstýriskvinna við almannamálum, herundir familju-, bústaðar- og familjumálum.

Og Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, sum verður vinnumálaráðharri. Talan er um eitt stórt ráð, sum umframt vinnumál eisini skal umsita alimál, ferðavinnu, sjóvinnu, veterinermál, orku, tryggingarmál, búnaðarmál, umhvørvi, náttúrumál, kommunumál, integratión, fjarskiftismál og vinnufeløg.

Løgmaður hevur undir sær stýrisskipanarmál og lógarmál.

(broytt kl. 17.08)

 

placeholder
placeholder