Innanlands

Varpa ljós á munnrøkt í samband við sjúku

Krabbameinsfelagið skipar fyri tiltaki á Hotel Føroyum

2019-09-16 18:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Krabbameinsfelagið varpar nú ljós á munnrøkt í samband við sjúku og viðgerð av krabbameini.

Í hesum sambandi verður skipað fyri einum tiltaki á Hotel Føroyum mikudagin 2. oktober. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding er neyðug.

Talan er um eitt alment tiltak við fyrilestrum og framløgum, ætlað fólki, sum hava ella hava havt krabbamein, teirra avvarðandi og starvsfólki í heilsuverkinum, sum í sínum starvi koma í samband við krabbameinssjúklingar og teirra avvarðandi.

Viðgerð fyri krabbamein er batnað nógv seinastu árini, og alsamt fleiri verða frísk. Hóast nógv liva eitt gott lív eftir sjúku, eru tað tíverri nógv, sum fáa fylgjur av sjúkuni og viðgerðini.

Fylgjurnar kunnu vera til stóran ampa, og tær kunnu eisini vísa seg, tá ið long tíð er fráliðin. Ein fylgja, ið er vanlig og sum er til stóran ampa fyri tann sjúka, eru trupulleikar við munninum og tannhaldinum.

Munntrupulleikar kunnu koma sum ein fylgja av sjúkuni, ella sum ein fylgja av stráluviðgerð, kemoviðgerð - og ella aðrari medisinskari viðgerð. Góð og røtt munnrøkt til krabbameinssjúk hevur tí sera stóran týdning sum ein liður í at fyribyrgja munntrupulleikum.

Fyrilestrarhaldarar vera:

Sigga í Garðastovu, tannlækni, sum fer at greiða frá um munn- og tannheilsu, hvørjir munntrupulleikar kunnu standast av sjúku og viðgerð, umframt hvussu ein kann fyribygja nevndu avleiðingum

Jansy Gaardlykke, sjúkrarøktarfrøðingur og dagligur leiðari hjá Krabbameinsfelagnum fer at greiða frá ritgerð um munnrøkt til krabbameinssjúk, ið hon saman við øðrum hevur gjørt í samband við ískoytisútbúgving til bachelor í sjúkrarøkt.

Leif Olsen, sosialráðgevi, fer at greiða frá, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa stuðul frá Almannaverkinum til munn- og tanntrupulleikar, og hvat lógin heimilar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder