placeholder
Mentan

Rumenski Doru um at vera í Limbo

Leggur fyri tá Filmsfelagið vísir týskan flóttafólkafilm mikukvøldið

2019-09-16 19:33 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

"Limbo. Um at slíta seg leysan úr tí elskaða, men fyri teg persónliga hóttandi pláss, á veg til eitt idealiserað symbol uppá frælsi og tryggleika. Tú ert steðgaður í einum dali, í ongamannalandi."

Soleiðis sigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum undan sýningini av filminum ”Transit” sum Filmsfelagið hevur á skránni mikukvøldið. 

Filmurin er týskur, og viðger flóttar eftir tveimum tíðarásum í sama karmi. Annar ásurin sigur okkum frá um jødiskar flóttar undir seinna heimsbardaga, og hin ásurin sigur okkum um flóttar í nútíðini, sæddir við Marseille sum karmi.

Doru er úr Bukarest í Rumenia, men býr í Havn, har hann er giftur við Guðrið Poulsen, sum var nevndarlimur í gamla Filmsfelagnum. Doru, sum hevur lisið á Liceul C.A. Rosetti í Rumenia, hevur verið útróðrarmaður, síðan hann kom til Føroya.

Undan sýningini av flóttafólkafilminum ”Transit” mikukvøldið fer Doru at innleiða og hugleiga yvir evnið.

[object Object]
Doru Tiberiu á Torvlagnum, rumenskur útróðrarmaður í Havn
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder