Uttanlands

Amnesty-heiður til Gretu Thunberg

Svenska veðurlagsstíðskvinnan heitir á skúlanæmingar um at vera við í mótmælunum fríggjadagin

Greta Thunberg saman við aðalskrivaranum í Amnesty International, Kumi Naidoo (Mynd: EPA)

Greta Thunberg saman við aðalskrivaranum í Amnesty International, Kumi Naidoo (Mynd: EPA)

2019-09-17 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

16 ára gamla Greta Thunberg í Svøríki varð í gjárkvøldið heiðrað við serligari virðisløn frá mannarættindafelagsskapinum Amnesty International.

Hon fekk hægsta mannarættindavirðislønina hjá felagsskapinum fyri hennara ”sjáldsomu leiðaraevni og dirvi at ganga á odda fyri mannarættindum”, skriva tíðindastovurnar dpa og Ritzau.

Tað var aðalskrivarin í Amnesty International, Kumi Naidoo, sum handaði Gretu Thunberg heiðurslønina á einum tiltaki á George Washington universitetinum í Washington D.C.

- Heiðurslønin er til øll óttaleys ung, ið stríðast fyri teirra framtíð. Ein framtíð, sum átti at verið tikin sum givin, men tað kunnu tey ikki, sum framsíðin sær út í dag, segði Greta Thunberg, tá hon fekk heiðurslønina.

Unga svenska veðurlagsstríðskvinnan heitti eisini á øll ung og vaksin um at vera við í einum heimsumfatandi veðurlagsmótmæli, sum verður hildið 20. september.

Aðalskrivarin hjá Amnesty International hevur eisini skrivað bræv tið 30.000 skúlar kring allan heim, og biðið um at geva teimum lesandi frí fyri at kunna vera við í mótmælistiltøkunum.

Í New York hava allir fólkaskúlar fingið frí henda dagin, skrivar The New York Times. Talan er um áleið 1,1 milliónir næmingar.

Mótmælisrørslan vónar at umleið 800 mótmæli kunna verða hildin í øllum 50 statunum í USA, skrivar blaðið.

Hendir tað, er talan sum størsta tiltak til frama fyri veðurlagnum nakrantíð.

Leygardagin var Thunberg við í einum tiltaki framman fyri Hvítu Húsunum í Washington, har hon heitti á viðhaldsfólkini um ”aldri at geva upp”.

Greta Tunberg kom til USA 28. august eftir at hava siglt til New York. Hon sýtir fyri at flúgva við atliti til umhvørvið.

Hon skal vera við á veðurlagstoppfundinum í sambandi við aðalfundin hjá ST í New York 23. september. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder