Eitt samstarv millum Føroya Symfoniorkestur og Føroya einasta altjóða rokkbólk, Týr, gerst nú veruleiki.
Samskifti hevur verið millum partarnar í heilt nógv ár – kanska serliga millum teir báðar, Pól Jákup Thomsen, skjótt fráfarandi stjóra fyri symfoniorkestrið, og oddamannin í Týr, Hera Joensen.
Teir hava báðir tætt tilknýti til eitt so – í hesum førinum – fjarskotið stað, sum Skarvanes á Sandoynni. Pól Jákup býr har og Heri er føddur har.
Vilja røkka longur út
Talan verður um eina heilt stóra uppseting. Standikonsert við pláss fyri 800 áhoyrarum hvørja ferð. Konsertirnar verða fríggjakvøldið 7. februar og leygarkvøldið 8. februar, bæði kvøldini klokkan 21.
- Vit eru errin av at hava fingið eina slíka verkætlan í lag. Vit vilja fegin røkka út til so nógv fólk sum gjørligt, og við eini slíkari rokkkonsert, røkka vit nokk út til onnur enn tey, ið vanliga vitjað húsið, segði Gunn Hernes, á tíðindafundi í morgun. Tað er í hesum døgum júst eitt ár síðan Gunn byrjaði sum stjóri í Norðurlandahúsinum.
Heri Joensen hevur leingi droymt um at spæla saman við symfoniorkestri (Mynd: Jens Kr. Vang)
Gamal dreymur
Fyri limirnar í Týr er hetta eisini ein gamal dreymur. Teir báðir upprunalimirnir, sum eru eftir í orkestrinum, guittarleikarin og sangarin Heri Joensen, og bassleikarin Gunnar H. Thomsen, vóru við á tíðindafundinum í dansistovu Norðurlandahúsins í dag.
- Tað er heilt nógv ár síðani, at Heri avdúkaði fyri okkum í orkestrinum, at tað var hansara dreymur at sleppa at standa við gittara sínum framman fyri einum stórum symfoniorkestri, segði Gunnar skemtandi.
Heri váttaði, at so er.
- Okkara tónleikur er stórsligin, og okkara framførslur eru eisini stórslignar. Men við teirri samanseting við hava, so eru eisini avmarkingar fyri, hvussu stórslignar tær kunnu vera.
- So nú gera vit ikki mætari enn Deep Purple, Uriah Heep og Metallica hava gjørt undan okkum. Fara í samstarv við eitt symfoniorkestur.
- Eg eri mest spentur upp á at hoyra hvussu okkara sangir fara at rigga við einum stórum kóri aftanfyri, segði Heri Joensen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald