placeholder
Innanlands

Hvalbiartunnilin: 115 metrar boraðir

Verkætlanarleiðarin hjá Articon upplýsir, um alt gongur eftir ætlan er koyrandi fyrsta ársfjórðing í 2021

Tað gongur sum heild væl í arbeiðnum við at bora Hvalbiartunnilin (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gongur sum heild væl í arbeiðnum við at bora Hvalbiartunnilin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-20 14:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í ár fekk Articon arbeiði at gera Hvalbiartunnilin, ið Landsverk bjóðaði út.

Teir lata væl at, og siga, at tað sum heild hevur gingið væl við arbeiðinum, ið byrjaði fyrst í juni. 

Torleif Waagstein, verkætlanarleiðari, sigur, at áleið 115 metrar eru borðaðir inn í fjallið.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm) 

Sambært Torleif Waagstein er torført at siga, júst nær tunnilin verður liðugur. Tíðarkarmurin ið givin er sigur, at arbeiði skal vera liðgut í 2022.

Verkætlanarleiðarin upplýsir tó fyri Portalinum, at hann hevur eina tíðarætlan ið sigur, at um alt gongur eftir ætlan, so er Articon liðugt við Hvalbiartunnilin í  byrjanini av 2021 - tað vil siga, at koyrandi verður ígjøgnum fyrsta ársfjórðing. 

Tað er tó soleiðis, at har er ein játtanarkarmur, ið skal arbeiðast inannfyri, og Torleif Waagstein sigur, at tað er millum annað slíkt, ið kann seinka arbeiði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder