Innanlands

Skulu kóka vatnið í Vágs kommunu

Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, sigur kommunan

2019-09-20 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fólk í Vágs kommunu skulu í løtuni kóka drekkivatnið.

Kommunan skrivar, at bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum, og verða fólk tí biðin um at kóka vatnið, til nærri boð verða givin.

Nýggjar vatnroyndir eru tiknar í dag og sendar Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder