Mentan

Stór konsert í Nesvík í kvøld

Í sambandi við Mentanardagar í Sunda kommunu, verður konsert kl. 20, har New Orleans Orkestrið Eitil og Blátt Gras framføra

Blátt Gras, ein av bólkunum, sum skal framføra í kvøld

Blátt Gras, ein av bólkunum, sum skal framføra í kvøld

2019-09-20 18:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er í kvøld kl. 20, at stór jazz-, gospel- og countrykonsert verður í nýggju høllini í Nesvík, har New Orleans Orkestrið Eitil og Blátt Gras spæla og syngja.

Hetta er í sambandi við Mentanardagar í Sunda kommunu, og eru tað kommunan og leguhúsið, ið skipa fyri í felag.

New Orleans Orkestrið Eitil er eitt ársgamalt orkestur, sum serliga spælir gomul gospelløg. Orkestrið hevur tríggjar sangarar og er annars mannað við banjo, trummum, og fimm blásarum.

Bluegrassorkestrið Blátt Gras úr Vágum er kent um alt landið fyri sín lætta, festliga og glaða tónleik. Menninir hava higartil givið tvær fløgur út, “Ávegis” í 2014 og “Framvegis” í fjør.

Umstøðurnar til eina góða konsert eru av teimum allarbestu í nýggju høllini í Nesvík, og eftir konsertina verður drekkamunnur at fáa.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder