Innanlands

Prince: Seinkingar og ónøgd

Byrjanin hjá avloyaraskipinum hjá Smyrli hevur verið alt annað ennað enn góð - langar bíðrøðir hava verið, og fleiri eru ikki sloppin við, tí skipið bert tekur 365 ferðafólk. Ferðafólk hevur eisini víst á, at hekkuportrið er opið undir sigling

(Mynd: Miðlabreytin á Tvøroyrar skúla)

(Mynd: Miðlabreytin á Tvøroyrar skúla)

2019-09-23 10:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarmorgunin klokkan 8 fór Prince í sigling um Suðuroyarfjørð.

Avloysaraskipið hjá Smyrli fekk ikki so nógvar atfinningar eftir fyrsta túrin og fyrsta dagin, men tað gjørdist greitt, at vesipappirið skal koyrast í skrellispannina umborð. Hetta orsakað av "einum ógvuliga viðbreknum avløbssystemi", sum tað varð skrivað á eitt pappír umborð. Hetta er vanligt í Grikkalandi, har Prince vanliga siglur, men nógvir føroyingar hava víst sína ónøgd og flent at hesum.

Les eisini: Eykajáttan til Smyril skal viðgerast

Trupulleikarnir sóust veruliga í gjár. Tað tykist at koma óvart á tey flestu, at Prince bert tekur 365 ferðafólk í mun til 974 á Smyrli, eisini á stjóran á SSL, Hilmar Eliassen, sum undraðist yvir lága ferðafólkatalið , ið hann helt var næstan tað tvífalda, í viðmerking tið in.fo í gjár. Nú vikuskifti var, og nógv fólk vildu ferðast um Suðuroyarfjørð, m.a ítrottarfeløg, var ruðuleiki á Krambatanga í gjár, har nógv fólk og bilar stóðu eftir, tí ov lítið pláss var umborð. Seinking kom av hesum, og ónøgdin var stór - møguleiki er ikki fyri eykatúrum, tí hvíldartíðin hjá manningini skal vera nóg long.

Sambært vp.fo kom Sildberin til Sands klokkan 21.30 við gentuliðinum AB/B71, ið ikki slapp norðeftir við Prince eftir dyst í Suðuroynni. Tað var Sands Kommuna, ið hevði leigað Sildberan til endamálið. Vágaportalurin skrivaði eisini í gjárkvøldið, at Prince fór ikki av Havnini fyrrenn klokkan 21.15 í mun til klokkan 20, sum tað stóð í ferðaætlanini. 

[object Object]
(Mynd: Ólavur Frederiksen)

Í morgun varð mett, at áleið 100 bilar stórðu og bíðaðu á Krambatanga fyri at sleppa norður við Prince klokkan 07.

Í gjár skrivaði Jens Sivar Djurhuus, ið var eitt av ferðafólkunun við Prince norður til Havnar fyrra túrin, at hekkiportrið stóð opið undir túrinum, og at ein av manningini gekk nakrar ferðir runt og hugdi upp á opningin. Sambært Jens Sivari Djuehuus varð portrið ikki koyrt aftur fyrrenn beint áðrenn Prince kom á molan.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder