Uttanlands

Thomas Cook farið á heysin

Í nátt gjørdist húsgangurin hjá stóru bretsku ferðavinnufyritøkuni veruleiki, og hann ávirkar áleið 600.000 ferðafólk

Felagið skyldaðu banknunum 1,7 milliardir krónir (Mynd: EPA)

Felagið skyldaðu banknunum 1,7 milliardir krónir (Mynd: EPA)

2019-09-23 11:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Thomas Cook Group varð stovnað í 2007, sum ein samanrenning av fleiri feløgum. Thomas Cook hevði flogfør, gistingarhús o.a, men eisini stórar fíggjarligar trupulleikar. 

Kringvarpið skrivar, at bankarnir kravdu felagið eftir 200 milliónum pundum, umleið 1,7 milliardum krónum í okkara peningi, fyri at tryggja framtíðarraktsturin hjá felagnum. Hetta eydnaðist ikki hjá Thomas Cook at tryggja, sum í nátt noyddist at geva skravin yvir.

Ein bjargingarætlan var í stoypiskeiðini, men hon gjørdist av ongum, og 22.000 fólk skulu finna nýtt starv starvast hjá Thomas Cook. Sambært kvf.fo samstarvar fyritøkan við 3.000 gistingarhús um allan heimin, og mett verður, at 600.000 ferðafólk eru á ferð hjá Thomas Cook í løtuni. Støðan hjá teimum er ógreið.

Thomas Cook átti donsku ferðaskrivstovuna Spies, ið nú eisini er í stórum trupulleikum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder