Innanlands

Stórur áhugi fyri ferðamálunum í útnorði

Vestnorden ferðavinnumessan lat upp á Hálsi í morgun

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, setti Vestnorden ferðavinnumessuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

Helgi Abrahamsen, vinnumálaráðharri, setti Vestnorden ferðavinnumessuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-09-24 13:50 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað eru komnir ferðaseljarar úr so fjarskotnum londum sum Teilandi, Kina, Japan, USA, Kanada, Avstralia og India til Havnar í dag fyri at kanna hvat londini í útnorði hava at bjóða av spennandi ferðamálum og –upplivingum. Eisini frá nærri liggjandi londum, so sum Belgia, Kroatia, Danmark, Fraklandi, Týsklandi, Grikkalandi, Italia, Niðurlondum, Noregi, Russlandi, Spania, Svøríki, Sveits og Bretlandi.

Neyvan fyrr hevur áhugin millum keypararnar verið so stórur sum nú at koma til Vestnorden ferðavinnumessuna í Føroyum.

Messan verður hildin fjórða hvørt ár í londunum Grønlandi, Íslandi og Føroyum og so Danmark eisini. Hon er sostatt bert fjórða hvørt ár í Føroyum.

Og nógv er gjørt burtur úr í ár. Umstøðurnar í ítróttahøllini á Hálsi eru eisini munandi batnaðar, og setanin av stevnuni gekk sostatt fyriseg í snogiliga hølinum í kjallaranum í nýggjara enda av høllini.

Helgi Abrahamsen setti messuna
Her fekk nývaldi landsstýrismaðurin við vinnumálum, Helgi Abrahamsen, høvi at royna sín leiklut sum tann, ið bjóðað skal vælkomin til Føroya.

Helgi kom inn á tann stóra týdningin, sum ferðavinnan hevur fyri, ikki bert Føroyar, men fyri øll trý londini í útnorði, sum bjóða seg fram á messuni. Hann vísti á hvussu nógv framgongdin í ferðavinnuni hevur verið við til at ment okkara øki.

Men hann kom eisini inn á avbjóðingarnar, sum koma við trýstinum, sum ein skjótt vaksandi ferðavinna hevurá náttúruna, og at tað tí er neyðugt at fremja tiltøk, so náttúran kann varðveitast, og tí eru samráðingar nú í gongd við avvarðandi partar um at finna eina skipan hesum viðvíkjandi.

Vestnorden ferðavinnumessan er ein messa har seljarar av ferðavinnutilboðum hav høvi at koma á tal við ferðasmiðir, sum eru sinnaðir at keypa tilboð til sínar kundar. Vestnorden, sum varðir í dag og í morgin er sostatt ikki eitt alment tiltak.

Føroyar væl umboðaðar
Umframt tað, sum gongur fyri seg í ítróttahøllini, verður eisini skipað fyri útferðum fyri luttakarunum.

Ongantíð fyrr hava so nógvir føroyskir útbjóðarar verið við til eina slíka ferðavinnumessu. Føroysku útbjóðararnir eru hesir: 62°N incoming, 62°N Car Rental, 62°N Hotel – City Center, Atlantic Airways, Boat.fo, Faroe Incoming, Gjáargarður P/F, GoLocal, GreenGate Incoming, Havgrím Seaside Hotel 1948, Hilton Garden Inn Faroe Islands, HK Bussar, Hotel Føroyar, Hotel Hafnia, Hotel Streym, Hotel Torshavn, Make Travel, MM Tours, Smyril Line, Tora Tourist Sp/f. Tourist information centre in the Faroe Islands, Vagar Airport, Vestmanna Tourist Centre, Visit Faroe Islands, Visit Nes.

[object Object]

[object Object] 

Sí fleiri myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder