placeholder
Uttanlands

- Hetta er ein heksajagt

Amerikanski forsetin er sum vera men ónøgdur við, at eitt ríkisrættarmál er á veg móti honum. Hann kallar tað eina beinleiðis "eltan av forsetanum"

2019-09-25 10:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøkdið kunngjørdi Nancy Pelosi, ið er ovast í unboðsmannatinginum, at tilgongdin viðvíkjandi einum ríkisrættarmáli móti amerikanska forsetanum er sett í gongd.

Ríkisrættarsak ávegis móti Trump

Hetta er vorið veruleiki, eftir at tað er komið fram, at í einari samrøða millum Donald Trump og forsetan í Ukraina skal forsetin í USA hava trýst Volodimir Zelenskij til at finna tyngjandi upplýsingar um demokratin og forsetavalevni Joe Biden og son hansara Hunter Biden.

Trump sigur, at har er einki at koma eftir. Hann váttar, at hann hevur afturhildið heili 400 milliónir krónir sum stuðul til Ukraina, men at her er ikki talan um avnoyðslu, og at hann als ikki hevur nýtt hetta til at trýsta Zelenskij. Amerikanski forsetin hevur eisini sjálvur bjóða seg til at geva eina útskrift av samtaluni víðari. Í gjár skrivaði 73-ára gamli forsetin á Twitter:

- Ein umráðandi dagur í ST, so nógv arbeiði og viðgongd, og so oyðileggja demokratarnir tað við vilja við fleiri bráðtíðindi - talan er um heksajagt. So keðiligt fyri okkara land!

Við miðlarnir segði Trump, at hetta var nakað møsn, og um nakað fór hetta at styrkja hansara møguleikar fyri at verða endurvaldur í 2020. Joe Biden er ein av bestu boðunum hjá demokratunum at stilla upp ímóti Trump.

Um málið kemur fyri Senatið skulu tveir triðingar av teimum 100 limunum har døma Trump sekan, um hann skal verða koyrdur frá sum forseti. Tað er tvær ferðir hent áður, at eitt ríkisrættarmál er komið í Senatið (Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998) Í báðum førunum vórðu forsetarnir fríkendir. Richard Nixon legði frá sær í 1974, áðrenn hann náddi at verða dømdir orsakða av Watergate. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder