Mentan

Benjamin skal umboða Føroyar í Madrid

Son of Fortune greiðir frá um sína nýggju útgávu á vitjan í serligum gittarhandli í Paris

Benjamin Petersen við einum Telecastara hjá Billy Gibbons (ZZ Top) og Matt, Matthieu Lucas, eigarin av serliga gittarhandlinum í Paris, við Stratocastaranum hjá Benjamini, sum varð bjargaður úr einum køldum kjallara (Mynd: Son of Fortune)

Benjamin Petersen við einum Telecastara hjá Billy Gibbons (ZZ Top) og Matt, Matthieu Lucas, eigarin av serliga gittarhandlinum í Paris, við Stratocastaranum hjá Benjamini, sum varð bjargaður úr einum køldum kjallara (Mynd: Son of Fortune)

2019-09-27 15:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Benjamin Petersen, sum spælir undir listafólkanavninum Son of Fortune, hevur leygardagin 5. oktober konsert í spanska høvuðsstaðnum Madrid.

Konsertin verður í fyrsta veruliga háhúsinum í Spania, Espacio Fundación Telefónica, í hjartanum av Madrid.

Talan er um norðurlendska festivalin, Días Nórdicos, sum hevur verið hildin í Spania síðan 2010.

Næsta vikuskiftið verða tvær konsertir. Son of Fortune úr Føroyum og Simon Lynge úr Grønlandi spæla leygardagin og Ida Wenøe úr Danmark og Pluto’s Baby úr Álandi spæla sunnudagin.

Días Nórdicos verður fyriskipað saman við m.a. Dansk Rock Samråd, ROSA, í samstarvið við Norðurlandahúsið í Føroyum og Nordens Instut í Álandi.

Fleiri føroyskir tónleikarar hava fyrr verið við á Días Nórdicos: Sakaris í 2013, Frum í 2017og Lea Kampmann í 2018. Og í suðuramerikansku útgávuni av festivalinum var Teitur við í 2013 og Hulda í 2018.

Pápin fann Stratocastaran í einum kjallara
Herundir ber til at síggja ein forkunnugan film frá einum serligum guittarhandli í Paris, sum Benjamin Petersen vitjaði herfyri í sambandi við eina føroyska herferð eftir at byrjað varð at flúgva beinleiðis millum Føroyar og franska høvuðsstaðin.

Í filmsbrotinum, sum guittarhandilin, Matt’s Guitar Shop, hevur lagt á netið, spælir Benjamin ein av sínum nýggju sangum, og so greiðir hann frá upptøkunum til nýggju fløgu sína, sum fóru fram í Nashville, Tennessee, og fortelur eisini óvanligu søguna um sín trúgva gamla Fender Stratocaster guittara, sum upprunaliga kom til Føroya við einum amerikanskum trúðboðara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder