Uttanlands

Trump ynskir at hitta varskógvara

Amerikanski forsetin krevur at hitta viðkomandi, sum boðaði frá samskiftinum millum hann og Volodimir Zelenskij

Donald Trump (Mynd: EPA)

Donald Trump (Mynd: EPA)

2019-09-30 08:44 Author image
Alda Nielsdóttir

Amerikanski forsetin, Donald Trump ynskir at hitta varskógvaran, sum boðaði frá samskifti hansara við ukrainska forsetanum í summar.

Tað skrivar Trump í einari røð av Twitter-dagføringum.

Donald Trump sigur, at hann ynskir at hitta viðkomandi persónliga, tí at hann metir seg hava rætt til at "konfrontera ákæranum".

Les eisini: Størsta svikabragdið í søguni

- Sonevndi varskógvarin endurgav eina perfekta samrøðu á ein fullkomiliga ógreiðan og svikafullan hátt, skrivar amerikanski forsetin millum annað.

Í farnu viku samanbar Trump viðkomandi við njósnarum.

Les eisini: Trump: Viðkomandi er næstan njósnari

- Var endamálið hjá persóninum at njósnast móti forsetanum? Stórar avleiðingar, skrivar hann.

Varskógvarin arbeiddi sambært amerikonskum miðlum í amerikonsku fregnartænastuni og boðaði í summar frá samskiftinum millum amerikanska forsetan og ukrainska forsetan.

Fráboðanin varð almannakunngjørd í farnu viku. Varskógvarin sigur m.a., at Trump hevur misnýtt vald sítt við at royna at noyða ukrainska forsetan, Volodimir Zelenskij, at finna tyngjandi upplýsingar um fyrrverandi amerikanska varaforsetan og núverandi demokratiska forsetavalevnið, Joe Biden og familju hansara.

Joe Biden er ein av favorittunum til at bjóða Trump av til komandi forsetaval í 2020.

Sambært Politiken, er varskógvarin í løtuni vardur av samveldismyndugleikunum, av tí at viðkomandi óttast fyri trygd sínari.

placeholder
placeholder