Innanlands

Lív fer saman við Magn undir vindmyllulund

Feløgini fara undir samstarv um vindmyllulundina í Flatnahaganum

Hendrik Egholm, stjóri í Pf. Magn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Hendrik Egholm, stjóri í Pf. Magn (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-02 13:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað gjørdist orkufelagið Magn, vegna eitt partafelag undir stovnan, sum vann kappingina um at byggja og reka nýggju vindmyllulundina í Flatnahaganum.

Og Magn fer nú í samstarv við tryggingarfelagið Lív um hesa ætlan. Tað boða stjórarnir Hendrik Egholm í Pf. Magn og Jan Jakobsen í Lív-samtakinum, frá í tíðindaskrivi í dag.

Í hesum sambandi hava Magn og LÍV-samtakið gjørt avtalu um, at Lív skal eiga 60 prosent av partapeninginum í nýggja vindmyllufelagnum, meðan Magn skal eiga 40 prosent.

- Vit eru fegin um, at vit vunnu vindmylluútboðið í Flatnahaganum, og samstundis fegnast vit um samstarvið við Lív. Magn vil fegið taka ein aktivan leiklut í grøna orkuskiftinum í Føroyum. Skal grøna orkuskiftið veruliga ígongd, er tó avgerandi, at einkarrætturin hjá SEV at selja streym til vinnulívið og vanliga føroyingin, verður avtikin. Kapping um kundan hevði viðført betri prísir og innovatión, eins og vit hava sæð á telemarknaðinum. So hevði verulig gongd komið á Visión 2030. Luturin hjá Magn skal so ikki liggja eftir, men tað krevur, at vit sleppa at selja okkara egna el, saman við nýskapandi, grønum orkuloysnum, til vinnuna og vanliga føroyingin, sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Pf. Magn.

- Á Lív fegnast vit um at kunna verða partur av grønu umstillingini í Føroyum og samstundis geva kundunum eitt nøktandi avkast. Til gagns fyri umhvørvið, føroyska samfelagið og viðskiftafólkini hjá Lív. Henda íløgan er partur av samlaðu íløguætlan samtaksins, har vit m.a. ynskja at seta heimsmálini hjá ST á dagsskránna. Vit fegnast um samstarvið við Magn, sum tryggjar okkum eina góða føroyska verkætlan, við øllum teimum førleikum, sum ein slík verkætlan krevur, sigur Jan Jakobsen stjóri í Lív-samtakinum í tíðindaskrivinum. 

[object Object]Jan Jakobsen, stjóri í Lív-samtakinum (savnsmynd)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder