Innanlands

Smyril fer eftir ætlan av skipasmiðju næsta leygardag

Skipið er í løtuni í Odense, har tað er í dokk

Smyril - her á dokk á Lindø Skipasmiðjuni (Mynd: SSL)

Smyril - her á dokk á Lindø Skipasmiðjuni (Mynd: SSL)

2019-10-03 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu smáu vikurnar hevur Prince røkt siglingina um Suðuroyarfjørð Langt frá alt er gingið sum smurt, og Strandfaraskip Landsins hevur verið fyri nógvum atfinningum.

Smyril er í løtuni á Lindø skipasmiðjuni í Odense á dokk. Arbeitt verður dúligt uppá Smyril, ið millum annað hevur fingið sandblást botnin. Bógskrúvurnar eru tiknar úr og er farnar til umvælingar.

Stranfaraskip Landsins boðar frá, at eftir tíðarætlanini verður Smyril klárur at sigla heim tann 12. oktobur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder