Mentan

Arbeiða við nýggjari útvarpsrás

Seinastu árini hevur tað onkuntíð ljóðað, at Kringvarpið átti at havt tvær útvarpsrásir. Eftir øllum at døma verður nú arbeitt við hesum í Sortudíki

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-06 21:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leiðslan í Kringvarpinum spælir sær nú við tankanum um at gera eina nýggja útvarpsrás. Tað kom fram í sendingini “Pressan” í útvarpinum fríggjadagin.

Kári Sólstein, leiðari á mentanardeildini, var í útvarpsstovuni og svaraði kritikki frá Birgiri Kruse, bloggara, um nýggju vetrarskránna, sum sambært honum hevði eina heldur vánaliga byrjan.

Kári Sólstein greiddi í sendingini frá, at útvarpið hevur fleiri enn 30 sendingar um vikuna, og tær fevna breitt, tí Kringvarpið skal fylgja public service sáttmálanum.

- Avbjóðingin er, at tað er bara ein rás, og tískil skal alt samantvinnast og samanpakkast í hesa rásina. Tí blívur tað ein avbjóðing hvussu tú leggur sendingarnar, og hvussu skipar tað so tú fært ein heild sum lýkur krøvini í sáttmálanum, segði Kári Sólstein.

- Tað við at hava separerað sendiflatina í tvær kanalir hevði verið ein góð loysn fyri nógvum árum síðani, men tann møguleikin er púra farin í dag, segði Birgir Kruse.

- Tað er ikki ordiliga rætt. Vit hava møguleikar sum vit arbeiða við, sum eg ikki kann koma út í beint nú, segði Kári Sólstein.

Also er ein hálv nýggjheit á veg nú, at tað kanska kemur ein nýggj útvarpsrás við síðuna av hesari, spurdi verturin, Øssur Winthereig.

- Vit hava spælt við tankanum, ja, segði Kári Sólstein uttan tó at siga meira um júst tað.

Tað er ikki fyrstu ferð, at hetta um eina útvarpsrás afturat verður nevnt. Eitt nú skrivaði Birgir Kruse um hetta á sínum bloggi í 2017. Les greinina her.

Hoyr Pressuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder