Innanlands

Jarðfrøðin livir – tí dettur grót undan loftinum

Tað ber ikki til at tryggja so væl, at tað ikki losnar undan loftinum á tunnlunum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-09 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Jarðfrøðin livir, tað vil siga, at grótið ella undirgrundin hevurhug at førka ella snara seg eitt evarska lítið sindur. Tí kann tað altíð henda, at nakað av gróti dettir undan loftunum á okkara tunnlum, eins og tað eisini ger úr berginum. Tað, sum hendi í Vágatunnlinum í gjár, var eitt hendiligt óhapp, sum tíbetur ikki førdi til stóran skaða.

Nakað soleiðis sigur Uni Danielsen, stjóri í almennu tunnilsfeløgunum, sum eiga Vága- og Norðoyatunnlarnar eftir at nakað av tilfari datt undan loftinum í Vágatunnlinum í gjár.

Tað var beint eftir hálvgun seks-tíðina í gjárkvøldið, at nakað av tilfari ruddi undan loftinum í Vágatunnlinum. Vp.fo visti at siga frá einum bilførara, sum kom at koyra yvir tilfarið, ið var somikið smátt, at bilurin í ringasta bert hevur fingið smávegis skaða undir botnin.

Tað eydnaðist bilføraranum at støðga ferðsluni og boða løgregluni frá. Fólk fóru niður í tunnilin at rudda farbreytina. Tað gekk minni enn ein tími, so var trygt at koyra aftur, og tunnilin kundi latast upp fyri ferðslu.

Les eisini: Grót dottið undan loftinum í Vágatunlinum 

Nýggja avtalu við serfrøðingar
- Tilvildin vildi tað soleiðis, at vit júst í gjár gjørdu avtalu við nakrar útlendskar serfrøðingar um at koma og kanna loftið í Vágatunnlinum. Tað verður gjørt einaferð komandi ár, greiðir Uni Danielsen frá.

Hann sigur, at seinast Vágatunnilin varð kannaður, var fyri fýra árum síðani. Vanliga verða tunlarnir kannaðir fimta hvørt ár.

- Tað eru jarðfrøðingar við serkunnleika til tílík viðurskifti, sum kanna loftið gjøgnum allan tunnilin. So geva tey okkum eina frágreiðing við tilmælum til hvat eigur at verða gjørt. Tað kann vera tiltøk, sum skulu gerast her og nú, og so eisini økir, sum skulu skrótast fyri leyst grót, ella øki, har boltar skulu setast í bergið fyri at tryggja tað, greiðir Uni Danielsen frá.

[object Object] 
Uni Danielsen, stjóri fyri Vágatunnilin

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder