Í Týsklandi óttast tey fyri, at talan var um yvirgang, tá tvey fólk vórðu dripin í ella nærhendis jødisku synagoguni í býnum Halle fyrr í dag.
Stór óvissa er enn um, júst hvat, ið hendi. Men talan var um skotbardaga í býnum Halle, har løgreglan hevur handtikið ein persón, men tað verður eisini leitað eftir einum ella tveimum øðrum persónum, ið eru flýggjaðir í einum bili.
Sambært týska blaðnum Spiegel vórðu ein maður og ein kona dripin við synagoguna í Halle. Roynt varð eisini at tveita eina handgranat inn í jødisku kirkjuna. Í dag verður jødiskiska heilagaða játíðin Yom Kippur hildin.
Menn í herbúnum royndu at sleppa inn í synagoguna, men tá tað ikki eydnaðist fóru teir at skjóta uttanfyri, skrivar dr.dk. Millum 70 og 80 fólk vóru stødd inni í synagoguni, tá tilburðurinhendi.
Ein sjónvarpsstøð og fleiri netmilðar hava víst eitt videobrot, har ein gerningsmaður letur fleiri skot av móti einum ókendum máli úti á gøtuni í Halle.
Halle liggur í landslutinum Sachsen-Anhalt, har løgreglufólk í hópatali nú eru farin undir at finna gerningsmenninar.
Talan er eisini um, at skot eru latin av í býnum Landsberg, sum ikki liggur so langt frá Halle. Hildið verður, at gerningsmenninir møguliga eru flýggjaðir við kós móti býnum Leipzig.
(Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald