Innanlands

Nýggj dátuverndarlóg lyftir Føroyar á altjóða støði

- Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi, sigur løgmaður

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-09 20:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein nýggj dátuverndarlóg er í dag send til ummælis.

Nýggja dátuverndarlógin fer at búgva føroyska samfelagið til nýggja talgilda veruleikan. Verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum, skrivar Løgmannskrivstovan.

- Fyri vinnuna, myndugleikar og vanliga føroyingin verður nýggja lógin eitt stórt framstig. Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit bæði virka og samskifta í einum talgildum altjóða samfelagi, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum umframt løgmansembætið eisini varðar lógarøkinum í landsstýrinum. 

ES setti í fjør eina nýggja fyriskipan um dátuvernd í gildi, sum verður rópt "Genereral Data Protection Regulation" – GDPR.

Í arbeiðinum við nýggju føroysku lógini hevur Løgmansskrivstovan havt fleiri fundir við ymisk umboð fyri almennar myndugleikar, bankar, tryggingar- og pensjónsfeløg umframt umboð fyri KT-veitarar. Tey vísa á, at føroyska lóggávan eigur at líkjast altjóða lóggávu so nógv sum gjørligt. Eisini halda tey, at tað eru fyrimunir, um føroyskar telduskipanir og software verða mentar í samsvari við tey krøv, sum altjóða samfelagið setir. Føroyska dátuverndarlógin gongur hesum ynskjum á møti.

Uppskotið kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder