Løgreglan kemur nú upp í málið um óbrúkiliga asfaltverkið á Sundi, sum Landsverk hevur brúkt góðar 33 milliónir krónur.
Hetta upplýsir Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, fyri útvarpinum í kvøld.
Tað er Jógvan Páll Lassen, advokatur, sum hevur mælt landsstýrinum at kanningararbeiði av lyklapersónum í Landsverki í sambandi við Glasir-verkætlanina og H-bygningin á Landssjúkrahúsinum, eisini skal fevna um keypið av asfaltverkinum.
- Tað er ein spurningur hvar markið er hvat man kann við almennum pengum. Her er nógv farið fram sum hevur kostað skattgjaldaranum eina rúgvu av pengum. Hvussu nógv man kann tilláta sær, er tað sum fútin skal kanna, sigur landsstýrismaðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald