Uttanlands

Vietnam: Átta fólk handtikin í máli um 39 lík

Hildið verður, at tey 39 fólkini, sum vórðu funnin deyð í oktober, eru úr Vietnam, og ætlar vietnamesiska løgreglan at forða fyri, at fleiri fólk verða flutt til Bretlands

Ídnaðarøkið, har líkini vórðu funnin (Mynd: EPA)

Ídnaðarøkið, har líkini vórðu funnin (Mynd: EPA)

2019-11-04 08:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Vietnam hevur løgreglan handtikið átta fólk, sum eru undir illgruna í málinum um tey 39 líkini, sum vórðu funnin í einum lastbili í Bretlandi í oktober.

Les eisini: Funnu 39 lík í lastbili nærhendis London

Nguyen Huu Cau, løgregluovasti í Nghe An-landspartinum, sigur, sambært TV2, at tey fara at seta kanningar í verk við tí endamáli at steðga teimum, sum á ólógligan hátt flyta fólk til Bretlands.

Tveir aðrir menn eru eisini handtiknir í málinum. Talan er um ein 23 ára gamlan mann og 25 ára gamli maðurin, sum koyrdi lastbilin. Báðir eru úr Norðurírlandi.

23 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri óviljað manndráp, fyri menniskjasmugling og fyri at hava arbeitt ímóti løgregluni. 25 ára gamli maðurin er skuldsettur fyri dráp.

Bretska løgreglan heldur, at tey 39 fólkini, sum vórðu funnin deyð í einum lastbili í Essex eystanfyri London 23. oktober eru úr Vietnam.

Fyrst varð annars hildið, at talan var um fólk úr Kina, men síðan líkini vórðu funnin, hava fleiri vietnamesiskar familjur vent sær til myndugleikarnar, tí tær óttaðust fyri, at tað eru familjulimir hjá teimum, sum vóru millum tey deyðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder