Innanlands

Botnurin fekk skaða

Kavarar hava verið og kannað Arctic Voyager, sum rendi á land í gjár, og ein lítil botnskaði varð staðfestur, sigur MRCC

Arctic Voyager og Brimil í Fuglafirði fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

Arctic Voyager og Brimil í Fuglafirði fyrrapartin (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-04 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arctic Voyager, sum rendi á land í Fuglafirði um 23-tíðina í gjárkvøldið, hevur fingið eitt sindur av skaða.

Tað upplýsir vakthavandi á MRCC-støðini í morgun.

Tá kavarar vóru niðri og kannaðu skipið, varð ein lítil botnskaði staðfestur framman, men hvussu álvarsligur hesin skaðin er, er ógreitt, og skal skipið allarshelst kannast nærri, sigur vakthavandi.

[object Object]Soleiðis sá út í gjárkvøldið (Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

MRCC segði í gjár, at fýra mans vóru umborð á skipinum, tá tað rendi á í gjárkvøldið, og vóru teir ikki í vanda. Brimil og bjargingarbáturin Ziska vóru hjá Arctic Voyager, men sum skilst slapp skipið leyst sjálvt, og megnaði tað eisini sjálvt at sigla inn aftur.

Skipið liggur í løtuni í Fuglafirði.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder