Innanlands

Skiparin var ikki ávirkaður

Fýra mans vóru umborð, og fólk vóru á brúnni, tá Arctic Voyager rendi á land í Fuglafirði seint í gjárkvøldið. Sjóvinnustýrið sigur, at einki var galið tekniskt umborð

Arctic Voyager og Brimil liggja í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Arctic Voyager og Brimil liggja í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2019-11-04 15:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn er ikki greitt hví uppsjóvarskið úr Hvalba, Arctic Voyager, rendi á land í Fuglafirði um 23-tíðina í gjárkvøldið.

Men í øllum førum var skiparin ikki ávirkaður, upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini fyri útvarpinum. Løgreglan var umborð í nátt, tá skipið legði at bryggju.

Fýra mans vóru umborð á skipinum, og kravið til skipið er sjey mans. Nú verður kannað hví so var. Sjóvinnustýrið ger eina skaðafrágreiðing og ein frágreiðing kemur eisini frá skiparanum. So verður mett um hvat gerast skal víðari, sigur Hans Johannes á Brúgv, stóri á Sjóvinnustýrinum, við útvarpið.

[object Object](Mynd: Tórik Ábraham Rouah)

Sjóvinnustýrið hevur staðfest, at tað ikki var nakað galið tekniskt. Hvat so er hent, er ikki gott at vita, sigur Hans Johannes á Brúgv.

Froskmenn hava fyrrapartin verið og tikið myndir av botninum, og hol er komið á skipið, og Arctic Voyager má upp á skipasmiðju at gerast í stand.

Arctic Voyager var ávegis til Hvalba at landa 200 tons av sild, og hevði júst lagt frá landið í Fuglafirði, tá tað rendi á. Nakað áðrenn klokkan eitt í nátt slapp skipið leyst við egnari hjálp.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder