Uttanlands

Seinasta heilsan frá Jumbo jett’aranum

Seinasta El Al-ferðin við Boeing 747 til Tel Aviv tók ein serligan umveg

(Mynd: CNN)

(Mynd: CNN)

2019-11-04 17:44 Author image
Ingi Samuelsen

Eftir at hava tænt ísraelska flogfelagnum í 48 ár, gavst flogfelagið El Al í gjár at brúka eyðkenda Jumbojet-flogfarið, Boeing 747.

Og tað varð gjørt við eini serligari heilsan yvir Miðjarðarhavinum á seinasta túrinum úr Rom til Tel Aviv.

[object Object]

Á seinasta túrinum tók flogfarið ein umveg áðrenn tað nærkaðist ísraelsku strondini fyri at tekna eina mynd av eykjenda flogfelagnum, sum kundi síggjast aftur hjá teimum, ið fylgja við flogferðsluni á ’track’-tænastum, so sum Flightradar24

Flogfarið LY1747 ’málaði’ tekningina í 10.000 fót hædd beint sunnan fyri Kýpros.

Boeing 747 hevur verið eitt sera væl umtókt flogfar til longri ferðir síðan tað kom á marknaðin í 1969. Flogfarið varð kallað ”Queen of the Skies”, men er á mannamunni best kent sum Jumbojet.

Ísraelska flogfelagið El Al hevur brúkt hetta flogfarið síðan 1971, men hevur nú verður tað seinasta so sett. Avloysarin er 787 Dreamliners hjá Boeing og A350 hjá Airbus.

 

placeholder
placeholder