Mentan

Joan úr Miðvági á Logos Hope

Joan Silvia Johannesen fór í síðstu viku úr Vágunum yvir til Brasilia, har Logos Hope er fyri tíðina

Joan Silvia Johannesen (Mynd: Om.fo)

Joan Silvia Johannesen (Mynd: Om.fo)

2019-11-05 20:02 Author image
Sverri Egholm

Joan Silvia Johannesen úr Miðvági fer næstu tríggjar mánaðirnar at vera umborð á trúboðaraskipinum Logos Hope. Tað skrivar OM á heimasíðuni.

Hon verður partur av sonevnda STEP-programminum. Hetta er stutttíðarprogrammið umborð, har luttakararnir eru við í dagligdegnum á Logos Hope í 2-3 mánaðir. 

Fastar arbeiðsuppgávur eru umborð, til dømis reingerð ella í køkinum. STEP-tíðin er eisini ein lærutíð, har tíð verður brúkt til at lesa í Bíbliuni, til lovsong og til bøn.

[object Object]Logos Hope er gamla Norrøna, og hevur virkað í meira enn tíggju ár virka sum trúboðaraskip (Mynd: Om.org)

Joan Silvia Johannesen fór umborð á Logos Hope í Salvador í Brasilia. Hon kom væl fram og trívist longu væl umborð. Hon sigur frá, at tey hava verið við til eitt bønarmøti í eini kirkju í Salvador, og hóast møti var á portugeisiskum, so kendi hon, at Guds nærvera var til staðar. Hon verður við Logos Hope, sum skipið vitjar havnir í Brasilia, í Guyana og í Trinidad & Tobago. Hetta STEP-programmið endar mitt í januar, skrivar om.fo.

Fyrr í ár var Ásbjørg Hjelm úr Klaksvík á Logos Hope á sama STEP-programmi.

placeholder
placeholder