Mentan

Kalt kríggj og tónar í Tórsgøtu

Benjamin Petersen setur hol á vikuskiftið í kvøld meðan útgávukonsert við Marius DC verður leygarkvøldið. Sama kvøld verður Berlinmúrurin á breddanum

2019-11-08 16:50 Author image
Tíðindaskriv

Eitt vikuskifti, har sjóneykan eisini verður sett á Berlinmúrin, nú 30 ár eru liðin síðan múrurin fall. 

Hol verður veruliga sett á vikuskiftið í kvøld í Reinsarínum við frálíka Son of Fortune, sum gevur út nýtt staklag hesa vikuna. Benjamin Petersen, sangari og gittarleikari, hevur leitað sær til Nashville í sambandi við nýggju útgávuna, ið staklagið er partur av, úrslitið er ein heilt egið bland av føroyskum rokk rebelli og serligu Nashville kensluni.

Fyrsta útgávan hjá Marius DC, The MZA EP, verður givin út hesa vikuna, og leygardagin 9. november verður útgávukonsert í Perluni. Umframt Marius DC og hansara gestir, fara Yo Mamas at diska Hip Hop á tí, ið væl kann gerast ársins Hip Hop konsert. 

Møguleiki er eisini at fara til reflekterandi leygarkvøld í Reinsarínum, tá nøkur av okkara bestu koma at hugleiða um, at tað nú eru 30 ár liðin síðan Berlinmúrurin fall. Hans Holm og Sonne Smith skifta orð um kalda kríggið. Heini í Skorðini hugleiðir um vesturheimin, síðan múrurin fall, og Eyðun og Rani Nolsøe hugleiða um, hvussu tað var at gera tónlist í endanum av kalda krígnum. 

placeholder
placeholder