Innanlands

Letur upp sølubúð í heimbygdini

Suffía Nón letur upp Fjord sølubúð í Fuglafirði. Virksemið fevnir um plakatir, koppar, postkort, magnetir og annað

Suffía Nón í nýggja handlinum í Fuglafirði

Suffía Nón í nýggja handlinum í Fuglafirði

2019-11-08 19:27 Author image
Tíðindaskriv

Fjord byrjaði sítt virksemi fyri trimum árum síðani. Tað fyrstu tíðina var talan einans um plakatir, men nú fevnir virksemi um fleiri aðrar vørubólkar so sum koppar, postkort, magnetir, barnaklæðir o.a. Myndaevnini eru hugnalig og til tíðir skemtilig við íblástri frá føroyskar mentan og siðvenju.

Tíðin var nú búgvin til at lata upp eina sølubúð í heimbygdini sigur Suffía Nón sum er kvinnan aftanfyri Fjord. Fjord hevur ta seinastu tíðina hildið til í kjallaranum hjá foreldrunum hjá Suffíu, men nú varð vøruúrvalið blivið somikið stórt, at eg var noydd at at leita eftir nýggjum og størri hølum. So var tað somikið heppið at eg fekk bjóða at leiða hesi hølini, ið eg eri sera glað fyri. Ein stórur partur av fólkunum ið koma á gátt hjá Fjord eru ferðafólk, og tey dáma sera væl at kunna seta seg niður og  fáa eitt hugnaligt prát, so hetta havi eg gjørt pláss fyri í teimum nýggju hølunum.

Vørunar frá Fjord hava verið sera væl móttiknar bæði í Føroyum og uttanlanda, og eru tað nokk nógv heim kring heimin, sum hava eina plakat frá Fjord hangandi á vegginum.

Fjord hevur samstarv við handlar kring alt landið sum selja vørunar, eins og tað eru handlar í Danmark sum selja vørunar frá Fjord.

- Eg eri allatíðina í holt við at menna nýggjar vørur, og tað verður skjótt eisini nýggjar vørur skjótt at síggja í Fjord sølubúðini, sigur Suffía Nón.

placeholder
placeholder