Innanlands

Yrkisbókaútgáva við føroyskum íkasti

Agnes Mols Mortensen hevur skrivað part í donsku algufloruni

2019-11-08 17:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gransking: Í dag verður algufloran ”Danmarks Havalger” útgivin. Í bókini hevur Agnes Mols Mortensen, granskari á Pf. Fiskaaling, skrivað kapittulin um reyðtarahópin Bangiales.

Tað er Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab, sum gevur út. Forlagið virkar sum bindilið millum navnframar granskarar úr øllum vísindagreinum, eins og tað skipar fyri fundum, vegleiðing og miðlan, umframt altjóða samstarvi.

Nýggja bókin ”Danmarks Havalger” kemur í tveimum bindum, sum eru á leið 868 bls. tilsamans við nógvum myndum. Agnes hevur skrivað kapitulinum reyðtarahópin Bangiales, sum er at finna í fyrra bindinum. Í fyrra bindinum eru 165 ymisk tarasløg, meðan í seinna bindinum eru tilsamans 208 ymisk tarasløg.

”Danmarks Havalger” er ritstjórnað av Ruth Nielsen og Steffen Lundsteen. Ruth Nielsen var ein av taragranskarunum, sum luttók í Biofar-verkætlanini, har m.a. tann føroyska tarafloran varð kannað. Hon var eisini vegleiðari hjá Agnes Mols Mortensen til bæði bachelor og masterritgerðirnar.

Agnes Mols Mortensen luttekur í formiligu framløguni av bókini í Det Kongelige Danske Videnskabernes Selskab í Keypmannahavn 20. november.

Tíðindaskriv frá Pf. Fiskaaling

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder