placeholder
Innanlands

Erling Isholm vart ph.d. á Fróðskaparsetrinum

Ritgerðin snúði seg um fiskivinnuna sum broytingaramboð hjá amtmanninum. Eling Isholm hevur nú ph.d-heitið

2019-11-08 20:20 Author image
Innsent

Í dag vardi Erling Isholm ph.d.-ritgerð sína um fiskivinnuna sum broytingaramboð hjá amtmanninum.

Erling Isholm starvast á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hann er adjunktur og undirvísingarleiðari í søgu. Hann hevur samstundis arbeitt við ph.d.-ritgerðini, sum kallast: "Fiskivinna sum broytingaramboð hjá amtmanninum - ein kanning av, hvussu amtmaðurin nýtti fiskivinnu til at flyta Føroyar inn í modernaða tíð".

Yngve Flo, dr.art., fyrstiammanuensis á Institutt for arkeologi, historie, kultur- og religionsvitenskap á Universitetet i Bergen, hevur verið høvuðsvegleiðari, og Hans Andrias Sølvará, ph.d., professari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, hevur verið hjávegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Kenn Tarbensen, ph.d., seniorgranskari á Rigsarkivet í København.
Hrefna Róbertsdóttir, fil.dr., tjóðskjalavørður á Þjóðskjalasafn Íslands.
Andras Mortensen, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, formaður.

Chik Collins, rektari, bjóðaði vælkomin til verjuna í Kongshøll seinnapartin. Hann fegnaðist serliga um góðu uppmøtingina, nærum 150 fólk, sum er heilt øðrvísi enn tað, sum er vanligt í Skotlandi, haðani hann kemur. Har er siðvenja, at einans ph.d.-studenturin, tveir opponentar og møguliga ein vegleiðari eru til staðar.   

Síðani tók Hans Andrias Sølvará, dekanur, yvir og leiddi restina av verjuni.

Fyrst fekk Erling Isholm høvi at leggja fram sína gransking og niðurstøður. Talan er um eina umfatandi ritgerð, góðar 400 síður, so hann fór ikki í smálutir.

Hrefna Róbertsdóttir var fyrri opponentur. Hon helt, at stóra ritgerðin hevði havt gott av at verið komprimerað nakað, men helt samstundis, at Erling reisir fleiri spennandi spurningar í ritgerðini. Aftaná eitt gott kjak tók hon samanum og rósti honum fyri arbeiðið, sum hon helt gav møguleika fyri framhaldandi gransking í norðuratlantshavi.

Aftaná ein stuttan steðg var møguleiki at seta spurningar ex audiotorio og hetta nýttu fleiri fólk høvi til.

Síðani fekk seinni opponentur, Kenn Tarbensen orðið. Í einum skemtiligum og til tíðir speiskum tóna fanst hann at arbeiðinum í støðum og reisti ymsar spurningar. Hann rósti eisini arbeiðinum, serliga fyri at bróta upp úr nýggjum í mun til traditionella nationalistiska føroyska søguskriving.

Andras Mortensen, formaður í metingarnevndini, tók at enda samanum ritgerðina og verjuna. Hann tók serliga afturí langa bakgrundspartin, sum fyllir nakað ríkiligt í mun til høvuðsevni, men sum kortini gevur nýggjar vinklar uppá fleiri evni.

Aftaná ein stuttan fund kunngjørdi Andras Mortensen vegna nevndina, at tey vóru samd um, at Erling Isholm við ritgerðini og verjuni hevur lokið ásetingarnar í kunngerðini. Tey mælti tí til, at hann fekk tillutað ph.d.-heitið. Eftir hetta fekk Erling Isholm prógv handað.

Á myndini frá vinstru: Kenn Tarbensen, Hrefna Róbertsdóttir, Hans Andrias Sølvará, Erling Isholm, Yngve Flo og Andras Mortensen.

placeholder
placeholder