Uttanlands

Bangladesj: Fleiri enn 300.000 fólk flutt burtur

Melduródnin Bulbul væntast at raka landið í kvøld

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-11-09 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir

Í Bangladesj eru fleiri enn 300.000 fólk flutt burtur úr heimi sínum. Orsøkin er, at melduródnin Bulbul væntast at raka landið í kvøld.

Fólkini verða flutt í neyðskjól, og sjálvboðin fólk eru í løtuni á gøtunum í teimum økjum, sum ódnin væntast at raka, fyri at heita á fólk um at leita sær skjól. Aðrastaðni hevur løgreglan verið noydd at tvinga fólk at lata seg burturflyta, skrivar JyllandsPosten.

Væntað verður, at meginparturin av Bangladesj verður rakt av nógvum avfalli, tá melduródnin kemur til landið við upp móti 41,7 m/s.

Veðurfrøðingar ávara um, at vatnstøðan kann hækka upp í tveir metrar summastaðni.

Bangladesj hevur ofta verið rakt av álvarsligum vatnflóðum. Ein av ringastu náttúruvanlukkunum, sum landið hevur upplivað var í 1991, tá ein ógvuslig melduródn kravdi fleiri enn 100.000 mannalív og gjørdi fleiri enn 1 mió. fólk heimleys.

placeholder
placeholder