placeholder
Mentan

Nýggjur møguleiki: Samtíðarlist í Auluni og Perluni

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur samtykt at bjóða listafólki møguleika fyri at sýna fram í Auluni í Finsen og Perluni í Tórsgøtu

Aulan í Finsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Aulan í Finsen (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2019-11-09 13:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er ein nýggur møguleiki latin upp fyri listaframsýningum við samtíðarlist í Havn.

Mentamálanevndin í Tórshavnar kommunu hevur nevniliga samtykt at bjóða listafólki fram nýggjan møguleika fyri at sýna fram list í Auluni í Finsen og Perluni í Tórsgøtu.

Talan er um møguleikar útvaldar tíðir á árinum, soleiðis at tað framhaldandi kann vera fjølbroyt virksemi í hesum hølunum, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Treytin fyri at sýna fram í Auluni í Finsen er, at talan burturav er um virkin yrkislistafólk. Treytin fyri at sýna fram í Perluni í Tórsgøtu er, at talan er um virkin listafólk, ið ikki nýtist at hava støði til at vera limur í felagi fyri yrkislistafólk, men kann metast at vera ávegis til tað.

Skipanin er ment í samstarvi við felagið Føroysk Myndlistafólk.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder