Uttanlands

30 ár síðan Berlinmúrurin fall

Á hesum degi í 1989 fall múrurin, sum hevði býtt týska høvuðsstaðin í tvey í 28 ár

2019-11-09 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir

Í dag, 9. november 2019, eru júst 30 ár liðin, síðani Berlinmúrurin fall.

Berlinmúrurin býtti Berlin í tvey – í eystur og vestur – í 28 ár, frá 13. august 1961 til 9. november 1989, og fallið av múrinum markeraði eisini endan á kalda krígnum.

Nógv seta Berlinmúrin í sambandi við uppdeilingina av Eystur- og Vesturtýsklandi, men sjálvur Berlinmúrurin deildi bert høvuðsstaðin í tvey, samstundis sum ein annar múrur, 160 km frá býnum, deildi alt Týskland í tvey.

Hóast býurin Berlin var í Eysturtýsklandi, átti Vesturtýskland kortini eina helvt av býnum. Orsøkin til hetta var, at tað eydnaðist Fraklandi, USA og Onglandi at vinna sær ein part av týska høvuðsstaðnum, tá tey saman við Sovjetsamveldinum deildu landið millum sín, eftir at hava vunnið 2. heimsbardaga.

Múrurin varð reistur eftir einari nátt

At byrja við varð múrurin bert ein píkatráðargirðing, og tað var hendan girðingin, sum varð sett upp um náttina 13. august í 1961. Høgi betongmúrurin við píkatráði og vaktartornum varð endaliga liðugur í 1970unum.

[object Object]
Eysturtýskarar í ferð við at byggja múrin (20. november 1961)

Endamálið við múrinum var at forða eysturtýskarum í at flýggja til tað meira frælsa Vesturtýskland, og frá 1949 rýmdu uml. tvær mió. fólk til Vesturtýsklands – serliga vóru tað tey, við góðari útbúgving, sum vildu sleppa undan eysturtýska stýrinum.

Við múrinum stóðu vaktarmenn á varðhaldi, og høvdu teir til uppgávu at drepa øll tey, ið royndu at sleppa sær yvirum markið.

Eftir at múrurin kom, rýmdu fleiri enn 5000 fólk úr Eysturtýsklandi til Vesturtýsklands, harav fleiri hundrað vaktarmenn. Í minsta lagi 140 fólk lótu lív undir roydum sínum.

Shabowski gjørdi eitt mistak

Tað var 9. november 1989, at eysturtýski politikarin Günther Shabowski á tíðindafundi, sum varð sendur beinleiðis í sjónvarpinum, boðaði frá, at markið  millum Eystur- og Vesturpartin fór at lata upp umgangandi. Hetta var tó eitt mistak.

Eysturtýska stýrið, sum hevði verið undir stórum trýsti frá fólkinum, hevði tikið avgerð um at lata markið upp og loyva vanligum borgarum at ferðast millum londini.  

Markið millum Eysturríki og Ungarn var longu latið upp, og nógvir eysturtýskarar rýmdu sostatt úr landinum handan vegin, og hetta var ein av orsøkunum til, at avgerð varð tikin um at broyta ferðareglurnar.

Men Shabowski hevði misskilt okkurt, tí ætlanin var, at markið skuldi ikki lata upp fyrr enn morgunin eftir.

Boðini frá Shabowski fingu túsundatals fólk í Eysturberlin at renna móti markinum, har vaktarmenninir eingi boð høvdu fingið. Í máttloysi lótu vaktarmenninir fólkini framvið, og soleiðis fall múrurin.

Múrurin í dag

Í dag er ikki nógv eftir av múrinum í týska høvuðsstaðnum, men onkrir partar av múrinum vórðu varðveittir. Longsta pettið av upprunaliga múrinum, sum enn stendur í dag er East Side Gallery í Mühlenstrasse, sum er yvir ein kilometur langt og prýtt við múrmálningum.

[object Object]
East Side Gallery (Mynd: EPA)

Nógv fólk, bæði týskarar og ferðafólk, tóku sær tá eitt petti av múrinum at goyma sum minni, og onnur petti vórðu eisini send kring heimin sum gávur. Til ber eisini at síggja petti av Berlinmúrinum á framsýningum kring heimin.

Sambært DR ber eisini til at ogna sær eitt petti av múrinum á netinum.

placeholder
placeholder