Innanlands

Maður í fongsul fyri harðskap móti tollara

Eystari landsrættur staðfest dóm um harðskap

2019-11-09 16:55 Author image
Sverri Egholm

Eystari landsrættur staðfesti tann 6. november dóm hjá Føroya rætti, sum tann 11. juli í ár dømdi mann í 20 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap ímóti tollara.

Hendingin fór fram á flogvøllinum í mars 2018. Maðurin, ið júst var komin við flogfari til Føroya, gjørdist illur í sær og sýndi harðligan atburð ímóti einum av tollarunum í sambandi við vanliga tolleftirlitið á flogvøllinum henda dagin, skrivar Taks á heimasíðuni.

Maðurin kærdi dómin hjá Føroya rætti fyri landsrættin, sum nú hevur staðfest dómin. Umframt fongsulsrevsingina varð maðurin eisini dømdur at rinda sakarmálskostnaðin.

placeholder
placeholder