Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, varð skelkaður, tá hann frætti, at bert fýra mans vóru umborð á Arctic Voyager, tá tað fór av Fuglafirði, og lítla løtu seinni rendi á land norðuri á Enni í Fuglafirði.
Tað sigur hann við Dimmalætting.
– Tað er ræðandi at hoyra, tí ásetingarnar í manningarskjalinum eru ikki til stuttleikar, sigur Ólavur Gunnarsson.
Manningarskjalið hjá Arctic Voyager tilskilar greitt, at minst sjey mans skulu verau mborð tá skipið siglir millum føroyskar havnir. Til fiskiskap og aðra sigling skulu í minsta lagi vera 10 mans umborð.
- At síggja burtur frá slíkum ásetingum er at spæla við trygdina umborð. Tíbetur stóðst ikki vanlukka av hendingini í Fuglafirði, men vandin fyri vanlukku er sjálvandi stórur, tá eitt skip siglir á land í myrkri á vetrartíð, sigur Ólavur Gunnarsson við Dimmalætting, sum hevur drúgva viðgerð av málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald