Undir mótmælinum í Hong Kong í gjár, setti løgreglan eitt nýtt lágmark. Tað sigur formaðurin í Amnesty-deildini í Hong Kong, Man-Kei Tam, eftir at løgreglan í nátt føroyska tíð skeyt ein mann í bringuna.
Samanstoyturin millum løgreglufólk og mótmælisfólk varð eisini stroymaður beinleiðis umvegis Facebook, og har sá mann ein løgreglumann skjóta tveir mans – tann fyrsti varð raktur í bringuna.
Sambært tíðindastovuni Ritzau, er ógreitt, hvussu álvarslig støðan hjá teimum báðum er.
Sambært Amnesty International varð ein annar løgreglumaður, sum koyrdi við nógvari ferð á motorsúkklu, eisini sæddur renna á ein bólk av mótmælisfólkum.
- Hesi løgreglufólkini hava mist tamarhaldið og ætla sær bert at hevna seg á mótmælisfólkini, sigur Man-Kei Tam, sum krevur, at málið verður kannað av einum óheftum myndugleika, so forðast kann fyri, at fleiri lív verða sett í váða. Eisini forlangar hann, at løgreglumaðurin, sum skeyt eftir mótmælisfólkunum verður loystur úr starvi umgangandi.
Hong Kong hevur seinastu fimm mánaðirnar verðið plágað av ógvusligum mótmælum móti stýrinum og løgregluni, sum verður ákærd fyri at vera ov harðlig móti mótmælisfólkunum.
Mótmælisfólkini krevja størri demokratiskt frælsi, samstundis sum kommunistiska leiðslan í Kina verður ákærd fyri at avmarka fleiri av teirra demokratisku rættindum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald